Skal danska grundlógin haldast, má bispur verða valdur og løntur úr Danmark, hóast kirkjan er yvirtikin.
Hetta heldur aðalstjórin í danska Kirkjumálaráðnum, Finn Langager Larsen.
Landsstýrið ætlar nevniliga at yvitaka fólkakirkjuna innan fyri rammurnar av heimastýrislógini. Tí heldur aðalstjórin í Kirkjumálaráðnum, at vit mugu fyrihalda okkum til grundlógina, sum sigur, at staturin skal styðja upp undir fólkakirkjuna.
Í forsíðugrein í Kristeligt Dagblad 14. mars í ár vísir Finn Langarger Larsen á kirkjuna í Grønlandi, har bispurin enn formelt verður útnevndur av drotningini og verður løntur av Kirkjumálaráðnum. Hetta, heldur hann, tryggjar danskt eftirlit við, at kirkjan heldur seg til evangelisku- luthersku læruna.
? Vit mugu hava eitt minstamark av lívlínu til kirkjuna í Føroyum, um vit framhaldandi skulu halda okkum til orð grundlógarinnar um, at staturin skal styðja upp undir evangelisku- luthersku kirkjuna, sigur Finn Langager Larsen, aðalstjóri við Kirsteligt Dagblad.
Kirkjumálaráðið er enn ikki formelt kunnað um ætlanirnar at yvirtka fólkakirkjuna innan 1. januar 2002.