Samsýningin fyri at ansa eldri og óhjálpnum, er ov lág
Tað halda tey í Tórshavnar Býráð og tí hava tey nú einmælt samtykt at heita á Kommunufelagið og á Almannamálaráðið um at hækka samsýningina.
Í løtuni er samsýningin 10.789 krónur um mánaðin, og tað er skattskyldugt, men skulu tey hava eitt sindur av heimahjálp, skal eisini rindast fyri tað.
Men tað eru eisini aðrar treytir. Samsýning fyri at ansa kann fáast til at ansast óhjálpnum, sum eru minst 67 ár og sum hava brúk fyri hjálp og umsorgan alt samdøgurið.
Men ansarin má heldur ikki hava annað lønt arbeiði av týdningi, í hvussu so er helst ikki meiri enn 20 tímar um vikuna og hevur ansarin arbeiði afturat ansingini, má trygd vera fyri, at onnur eru í húsinum at ansa tí óhjálpna ímeðan.
Endamálið við at hækka samsýningina, er at eggja fleiri fólkum til at ansa sínum eldri og óhjálpnu heima. Tað lættir so eisini trýstið á ellis- og røktarheimum, har plássini eisini er nógv dýrari.
Bergun Kass, forkvinna í Eldranevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sigur, at í løtuni eru 17 fólk í Tórshavnar Kommunu, sum ansa einum eldri og óhjálpnum heima, men hevði samsýningin hækkað eitt sindur, hevði tað eggja fleiri til at ansa eldri og óhjálpnum heima.
Bergun Kass sigur, at í eldranevndini hava tey tosað um, at ein sámulig samsýning fyri at ansa eum óhjálpnum fólki heima, er einar 14.000-15.000 krónur, ella góðar 3000 – 4000 krónur hægri enn hon er nú.
Bjørghild Djurhuus, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað hevur stóran týdning, at kommunan hevur so fjølbroytt tilboð sum gjørligt, og tað er eisini í samsvari við endamálið um at fólk skulu vera heima sum longst.
Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, vísir á, at tørvurin á eldrarøkt er stórur og veksur alsamt og at tað hevur týdning, at vit hava eina góða eldrarøkt.