Sum nakað nýtt ber til hjá bólkum av minimum 40 fólkum at lána Vertshúsið hjá Restorff yrkakvøld í November og December frá Kl 24.00 til 05.00. Tað ber til at halda veitslur, dans, osfrs., undir privatum formum. Barrin verður opin við starvsfólki hjá Vertshúsinum. Tað kostar onki at lána Vertshúsið, men verður aldursmarkið 18 ár og skal hvør bólkurin hava ein ábyrgdarpersón sum stendur fyri láninum.
Áhugað kunnu seta seg í samband við Vertshúsið
Áhugaði kunnu ringja til Anniku á Vertshúsinum á tlf 31 48 47.