Línbúðin er ein av gomlu handlunum í Havn. Sambært Dimmalætting varð Línbúðin sett á stovn í 1955. Tað var Jacobina Lervig, vanliga nevnd Bina (1900–1985), ættað úr Leirvík, sum sum stovnaði handilin.
Bina byrjaði í Tórsgøtu, í niðastu hædd á Sjómansheiminum, við síðuna av har sum Jens Reinert og seinni Otto Reinert høvdu kjøthandil. Útbyggingin av
Sjómansheiminum var júst liðug, og fleiri handlar fluttu inn í kjallarahæddina.
Línbúðin seldi t.d. gardinur, undirklæðir til kvinnur og kosmetik. Handilin var tann fyrsti í Føroyum sum seldi kosmetik av merkinum Elisabeth Arden parfumu og krem.
Línbúðin flutti seinni til Niels Finsensgøtu 23, har sum Skilling er í dag. Seinastu 18 árini hevur Línbúðin hildið til í Tróndargøtu 32.
Tá Bina Lervig gavst í 1977, tók systirdótturin Jóna Johannesen við, og rak hon handilin til 2002, tá dóttur hennara Marin saman við Maiken Madsen keyptu handilin. Línbúðin hevur sostatt verið í somu familju øll árini. Marin Johannesen lærdi til handilskvinnu í Línbúðini.
Línbúðin hevur øll árini havt fastar kundar, serliga tilkomnar kvinnur. Seinnu árini seldi Línbúðin einans undirklæðir og náttklæðir til kvinnur. Maiken og Marin halda at tað at føroyingar ferðast nógv uttanlands og keypa har, ávirkar nógv handilslívið Í Føroyum.
Maiken og Marin siga, at nú tær eru givnar við handlinum, hava tær aðrar æltanir, sum einki hava við handil at gera. Tær nýta høvi at takka viðskiftafólkunum fyri gott samstarv hesi árini.