Lønarveitslan av

Næsta staðfestingin av fíggjarkreppuni í føroyskum fótbólti kom úr Klaksvík. Men kanska eru kreppurópini bara tiltrongdur heilsubati til føroyskan fótbólti

Ítróttarklumman

 

Orðafellið um væntaðar skriðjur fekk enn eina staðfesting at stuðla seg til, tá KÍ um vikuskiftið boðaði frá, at teir ikki høvdu ráð at halda Rógva Jacobsen í hópinum.

Fagnaðurin var annars øgiligur, tá klaksvíkingar í summar kundu boða frá, at teir nú høvdu kanska vandamesta føroyska áleyparan seinnu árini við aftur í hópinum.

Ikki minst fegnaðust viðhaldsfólkini eisini um, at talan var um trý-ára sáttmála, heldur enn at talan varð um hesar keðiliga eitt-ára sáttmálarnir, sum tíverri hava lyndi til at vera reglan heldur enn undantakið í føroyskum fótbólti.

Ein orsøk til júst hetta fyribrigdi er, at spælararnir ár efitr ár hava roynt at kroyst lønarsitrónina. Forrestin púrasta skilligt, tá feløgini hava staðið í bíðirøð at kappbjóða upp á sjálvt hálvvánaligar spælarar.

Men seinastu útmeldingarnar boða púrasta greitt frá, at tann parturin av lønarveitsluni eisini er av. Higar til hava B36 og KÍ meldað greitt út, at tey hava ikki fíggjarliga orku at spæla við í hesum partinum av spælinum, og hóast útmeldingar ikki eru komnar frá øðrum av Formula-kappingarneytunum, so er neyvan nakar ivi um, at støðan er so púrasta tann sama hjá flestu av hesum.

Treiskar leysasølur um vantandi lønargjaldingar, eftirstøður fyri íbúðir og aðrar veitingar hómast og hoyrast í krókunum, og við einum víkjandi inntøkugrundarlagið er lítið sannlíkt, at feløgini nú megna at røkja tær skyldur, sum tey ikki megnaðu at røkja í góðu tíðunum.

Hinvegin nýtist tað nú ikki at vera so heilt øgiliga ringt, at veitslan er av. Bestu ballini eru ofta tey, sum ikki eru so øgiliga høgt stílað, men har heimligur hugni heldur er á skránni. Og lærupeningurin hjá føroysku fótbóltsfeløgunum fyri seinnu árini er helst, at tey nú í nógv størri mun verða noydd at hjúkla um segið tilfeingi. Og gera tey hetta á munagóðan hátt, kann verandi kreppan væl vísa seg sum nakað av tí heilsubesta, sum er hent føroyskum fótbólti.

Jólini standa fyri framman, so saman við dunnu, røstum kjøti og rísgreytti er bara eftir at siga: væl gagnist!