Lønarvøksturin steðgaður

Nú er lønarvøksturin steðgaður aftur, eftir at lønarútgjaldingarnar eru nógv hækkaðar. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Hagstovan staðfestir, at í summar hækkaðu lønargjaldingarnar nógv og í triðja ársfjórðingi var stórur vøkstur.

Í oktober mánaði var tó at kalla tað sama útgoldið í lønum sum í oktober í fjør, og higartil í ár eru lønargjaldingar tilsamans 1,6% størri enn tær vóru í fjør.

Lønargjaldingarnar í oktober vóru 547 milliónir og tað er 4 milliónir minni enn í fjør. Men tað er stórt sveiggj í lønarútgjaldingunum og í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu er framvegis stór framgongd, men hinvegin er afturgongd í hinum høvuðsvinnunum. Serliga í byggivinnunini- og tilvirking var afturgongdin stór í oktober, næstan 10%.