Lønartalvan liggur í buktini

Formaðurin í pedagogfelagnum sigur, at mótparturin hevur brotið eina avtalu við ikki at góðtaka eina lønartalvu, sum tey í felag hava gjørt. Tummas Magnussen, samráðingarleiðari, sigur hinvegin, at eingin felags lønartalva er gjørd og var ikki við í upprunaliga kravinum frá pedagogunum. Nú er nýggj lønartalva gjørd

 

Tað er lønartalvan, sum er orsøk til verkfallið. Um pedagogfelagið fær eina lønartalvu, ið umfatar bæði pedagogar og tænastumenn, so verður verkfallið avblást.

Carita Bjørklund, formaður í pedagogfelagnum, sigur, at báðir partar høvdu sett ein arbeiðsbólk at gera eina felags lønartalvu, ið umfataði bæði pedagogar og tænastumenn.

? Tá arbeiðið við hesi lønartalvu varð liðugt, sigur fíggjarmálastýrið, at tænastumenninir ikki kunnu vera við í henni. Hetta ber ikki til at siga aftaná, tá arbeiðsbólkurin, ið gjørdi lønartalvuna, er liðugur við sítt arbeiði. Tað tekur grundalagið undan útrokningini av talvuni. sigur Carita Bjørklund.

Hon sigur, at um pedagogarnir fáa tænastumenninar við í lønartalvuna, so verður verkfallið avblást.


Mótparturin ósamdur

Mótparturin hjá pedagogunum er ikki samdur við hesi útgávuni av søguni. Tummas Magnussen, ið er samráðingarleiðari hjá kommununum og fíggjarmálastýrinum, sigur, at arbeiðsbólkurin als ikki hevur gjørt eina fullfíggjaða lønartalvu fyri bæði pedagogar og tænastumenn. Tað er hinvegin pedagogfelagið, ið hevur lagt eina slíka lønartalvu fram.

Tí sigur Carita Bjørklund ósatt um lønartalvuna, sambært Tummasi Magnussen.

Nú hevur fíggjarmálastýrið gjørt eina lønartalvu fyri bæði tænastumenn og pedagogar. Hetta er lønartalvan hjá tænastumonnum, har pedagogarnir eru settir inn.

Tummas Magnussen sigur, at hann hevur sent semingsmonnunum hesa lønartalvu, mikukvøldið. Nú skulu teir so taka støðu til, hvat teir gera við hana.

? Orsøkin til at vit hava gjørt hesa lønartalvuna er, at vit mugu fáa ein enda á hesum verkfallinum. Vit fingu eina áheitan frá pedagogfelagnum via semingsmenninar mánakvøldið um at gera eina lønartalvu við báðum starvsbólkunum. Hana hava vit gjørt og vóna, at pedagogfelagið fer at taka undir við hesi lønartalvuni, sigur Tummas Magnussen.


Óvist um undantaksloyvir

Annars sigur Carita Bjørklund, at nevndin ikki hevur tikið støðu til, um undantaksloyvini skulu takast aftur. Tíð hevur ikki verið at umrøða henda spurningin, tí onnur mál hava verið á skránni.

Ein hópur av pedagogum vóru og lurtaðu eftir Karsten Hansen í tinginum í gjár, tá landsstýrismaðurin við fíggjarmálum svaraði fyrispurningum frá Annitu á Fríðriksmørk og Katrin Dahl Jakobsen.

Carita sigur seg øtast um tey ósannindi, ið Karsten Hansen bar fram á tingsins røðarapalli mikudagin. Hon sipar til m.a. til hetta brotið úr svarinum hjá landsstýrismanninum.

? Eg kann tí vísa aftur, at Fíggjarmálastýrið skal hava forkastað eina lønartalvu, sum arbeiðsbólkurin kom til, tí sum eg havi greitt frá, so gjørdi arbeiðsbólkurin ikki nakra lønartalvu, sigur Karsten í svarinum.