Lønarsteðgur

Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag

----------

 

Fíggjarmálaráðið við Jóannes Eidesgaard á odda, vil nú hava fakfeløgini, sum hava sáttmálar við tað almenna at strika lønarhækkanina, sum skal koma í gildið í heyst.

Um vit ikki ganga vit til tað, kunna vit rokna við, at eini 200 fólk hjá tí almenna verða søgd úr starvi. Hinvegin, ganga vit við til lønarsteðg, fáa vit álíkavæl onga trygd fyri, at fólk ikki verða uppsøgd. So her er líka vítt sum sítt.

 

Niðurstøðan hjá leiðandi búskaparfrøðingi er, at tað er at spara eftir reyv, um ætlaði lønarsteðgurin verður framdur, gangi útfrá, at teir vita eitt sindur meir um búskap, fiskastovnar og annað enn politikarar.

 

Heilt erligt? Hvat skula vit við búskaparfrøðingum, fiskifrøðingum og øðrum frøðingum, tá ið tað álíkavæl ikki verður lurta eftir teimum. Tað kundi verið nógv at spart við at sent allar frøðingarnar til hús, um tað er tað man vil, men tað hevði helst eisini verið tað reina kaos.

 

Fyrst er at siga, at tað neyvan eru fakfeløgini, sum hava ábyrgdina av, at undirskot er á fíggjarlógini. Hinvegin eiga vit øll at taka lógvatak fyri at samfelagið kann koyra, men tað eigur undir øllum umstøðum at verða so, at øll lyfta í felag. Tað er okkurt sum bendir á, at ætlanin er, at bert fakfeløgini skula bera byrðarnar, men tað gongur ikki.

 

Ein minsta treyt fyri, at vit skula verða við eigur at verða, at tunlarnir Norð um Fjall verða strikaðir á fíggjarlógini og, at onnur inntriv verða gjørd á vørur og annað, sum er neyðugt í húsarhaldinum.Skal peningur brúkast í Norðoyggjum, rokni eg við at tað eru nógv onnur øki at brúka teir til, og sum geva munandi meiri arbeiðspláss enn tunnilin norð um fjall.

 

Í aðrar mátar má man siga, at hetta er einki minni enn ein háan av fakfelagsrørsluni.

 

Annfinn Kalsberg eigur uppskotið um lønarsteðg, fyri at spara landskassanum 60 milliónir, sum altso eru settar av til at byggja tunlar Norð um Fjall fyri.

 

Við øðrum orðum, fakfelagsrørslan skal gjalda fyri ein “varða”eftir ein fólkaflokspolittikara í Norðoyggjum. Ótrúligt, at ein javnaðarmaður leggur rygg til slíkt. Men tað vísir bert, at flokkurin er blivin stuðulsflokkur hjá Fólkaflokkinum. Øðrvísi kann man ikki tulka hettar.

 

Vóni at fakfeløgini, á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, fara at vísa hesum uppskoti frá sær, í øllum føri, til vit síggja hvat annað landsstýrismaðurin kemur fram við í sambandi við sparingarnar.