Lønarmunurin veksur í Danmark

Meðan lønarmunurin millum tey bæði kynini minkar í hinum ES-londunum, veksur hann í Danmark, og tað eru menninir, sum draga frá

Tøl, sum tann evropeiska fakfelagsrørslan ETUC hevur savnað, vísa, at munurin á tímalønini hjá donskum monnum og kvinnum veksur, meðan hann er minkandi í hinum ES-londunum. Og ikki óvæntað er tað lønin hjá monnunum, sum dregur frá kvinnulønini.

Eftir tølunum er munurin á tímalønini hjá monnum og kvinnum í Danmark vaksin tvey prosent síðani 2001. Í sama tíðarskeiði hevur gongdin verið tann beint øvugta í hinum ES-londunum, og sum heild er munurin á lønini hjá monnum og kvinnum í hinum ES-londunum ninkaður eitt prosent tey seinastu sjey árini, sigur ETUC.

Avdúkingin hjá evropeisku fakfelagsrørsluni hevur sum vera man elvt til politiskt kjak í Danmark. Sosialdemokratarnir geva stjórnini og hennara arbeiðsmarknaðarpolitikki skyldina, meðan stjórnarflokkurin Vinstra vil sleppa at bíða eftir einari frágreiðing, sum kemur seinni í ár, og sum júst skal lýsa trupulleikar við lønarmuni millum menn og kvinnur.