Lønarmunurin veksur

Nýggj tøl hjá norska hagtalsstovninum vísa,

at munurin á lønini hjá kvinnum og monnum í Noregi bara veksur.
Sambært tølunum fingu norskir menn góðar 30.000 krónur meiri í løn í fjør enn kvinnurnar. Tølini vísa eisini, at síðani 1997 hava menninir fingið 8.000 krónur meiri í lønarhækking enn kvinnurnar, og tað er serliga á tí privata arbeiðsmarknaðinum, at munurin er stórur.
Á Hagstovuni verður hildið, at menn velja yvirhøvur arbeiði, sum geva meiri løn.