Lønarhækking til starvsfólk á Føroya Tele og Posta

Sáttmálin fyri Føroya Tele er ein 2 ára sáttmáli, meðan sáttmálin fyri Posta er ein 3 ára sáttmáli.

Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu í gjár undir nýggjan sáttmála vegna starvsfólkini á Føroya Tele og Posta.

 

Sáttmálin fyri Føroya Tele er ein 2 ára sáttmáli, meðan sáttmálin fyri Posta er ein 3 ára sáttmáli.

 

Sáttmálarnir byggja á ein lønarkarm fyrra árið á 3,26%, og 2,56% fyri seinna ári. Lønarhækkingin á Posta fyri 3. ári fylgir lønarkarminum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum verður avtalaður við arbeiðarafeløgini tann 1. mai 2020.

 

Umframt generella lønarhækking eru broytingar gjørdar í lønartalvuni, soleiðis at tvey lønarstig eru løgd á ávísar lønarbólkar, har starvsfólk hava staðið leingi á endastigi. Harumframt verða viðbøtur og ískoytir eftirlønargevandi, skrivar heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum.