Lønarhækking sum valagn

Forsetin í Venesuela, Hugo Chávez, hevur gjørt av at hækka minstulønina 32 prosent, soleiðis at hon verður einar 2.700 krónur um mánaðin.

Avgerðin hjá Chávez er ein roynd at útvega sær atkvøður á forsetavalinum, sum verður í oktober. Vanliga hevur hann havt stóra undirtøku í tí fátækara partinum av fólkinum, og meiningakanningar vísa eisini, at hann er væl framman fyri valevnið hjá andstøðuni, Henrique Capriles.

Undan forsetavalinum, sum verður tann 7. oktober, hava Chávez og stjórn hansara framt fleiri tiltøk, sum skulu bøta um korini hjá teimum fátækastu í landinum. Eitt nú skal tað almenna byggja fleiri hundraðtúsund hús, samstundis sum pensjonistar og fátæk fólk við børnum fáa almennan stuðul.