Lønarhækkan til navigatørar hjá SSL

Semja varð í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Føroya skipara og navigatørfelag

Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Føroya skipara og navigatørfelag um navigatørar við Strandfaraskipum Landsins fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

 

Eftirlønin hækkar frá 11 prosentum til 13 prosent og lønin hækkar 0,5 prosent tann 1. oktober 2017. Tann 1. oktober 2018 verða broytingar gjørdar í lønartalvuna.

 

Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, m.a. nýggjar ásetingar um barsil, viðvíkjandi dokking uttanlanda og skipan fyri navigatørar uttan gildugt vinnubræv.