Í teimum samráðingum sum hava verið, eru tær komnar við øgiliga høgum lønarkrøvum, og tað hevur ikki verið nakar vilja at flyta seg, og so er man farin í eina verkfallsfráboðan áðrenn semingsstovnurin er komin upp í. Alt hetta er ein gongd, sum ikki hevur víst so nógvan vilja at samráðast, sigur Jan Mortensen, deildarleiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Hann vil ikki koma nærri inn á, júst hvørji lønarkrøvini eru, annað enn at siga, at tey eru sera høg.
- Vit eru samd við Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, at samráðingar eru nakað, sum gongur fyri seg við borðið, sigur hann.
Jan Mortensen sigur, at tað eru praktiskar orsøkir til, at lønarsamráðingarnar hjá Starvsmannafelagnum leggja leistin fyri restina av samráðingunum.
- Tað eru 29 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Um karmurin skal blíva endavendur í hvørjari samráðing, var endin, at alt bleiv ein ruðuleiki á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í áratíggju hevur tað verið soleiðis, at tað størsta fakfelagið hevur við til samráðingar fyrst, men onkuntíð hava fleiri fakfeløg tikið seg saman og gjørt ein sáttmála beinanvegin um karmin, sigur hann.
- Landsstýrið hevur í tí semjuni, sum bleiv gjørd, strekt seg til ein karm, sum man heldur at man kann bera, og sum gevur ein munandi reallønarvøkstur tey næstu árini. Prístalið er rættiliga lágt í løtuni, so hetta er ein góð lønarhækking, og tað er so tann, sum tey ymisku feløgini kunnu forhalda seg til, og fordeila tað, eftir hvussu tey vilja brúka hetta, sigur Jan Mortensen.
Jan Mortensen væntar ikki, at partarnir setast við samráðingarborðið heilt enn.
- Higartil hava vit einki glopp sæð frá sjúkrarøktarfrøðingunum. Verkfall er ikki heppið fyri hvørgan partin og tað kostar og tærir, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jan Mortensen á Rás 2.