Lønarútgjaldingarnar vaksa

Hóast greið tekin hava verið um afturgongd í føroyska samfelagsbúskapinum, so vísa hagtøl hjá Hagstova Føroya, at lønarútgjaldingarnar eru vaksandi.

Á heimasíðu sínari veit Hagstovan at siga, at lønarútgjaldingarnar í november mánað í ár vóru 31 milliónir meira enn sama tíðarskeið í 2004. Í prosentum svarar hetta til ein vøkstur upp á seks prosent.
Sambært heimasíðuni er tað serliga fiskiskapurin, ið hevur vøkstur. Á hesum øki vóru lønirnar 19 milliónir hægri enn í fjør, og tað er ein vøkstur upp á 29 prosent. Men eisini innan fiskavøruídnaðin eru lønarútgjaldingarnar vaksandi. Tríggjar milliónir vóru goldnar meira í lønum innan fiskavøruídnaðin í november í ár í mun til í fjør, og tað er ein vøkstur upp á góð átta prosent. Eisini hevur lønarvøkstur verið innan annan ídnað, flutning, fígging og trygging. Hinvegin hevur afturgongd verið í lønarútgjaldingunum innan ali- og kryvjivirki, handil og umvæling, gistingarhús og matstovur, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.