Tað er serliga innan fiski- og byggivinnuna, at fallið hevur verið stórt. Hinvegin er almennu lønirnar Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár eru føroysku lønarútgjaldingarnar minkaðar við til samans hálvum fimta prosenti.
Tað framgongur av seinastu hagtølunum hjá Hagstovuni.
Ringast stendur til innan fiski- og byggivinnuna.
Fallið í lønarútgjaldingum innan fiski- og ráevnisvinnuna var 14,3%, meðan tað fyri byggivinnuna var 14,2%.
Fyri almennar tænastur var talan - sum einasti lønarbólkur - um eina øking upp á 4,9%, meðan privati tænastugeirin hevði eitt fall upp á 4,7% í lønarútgjaldinum.
Í alt vórðu goldnar 5.527 mió kr. út í lønum fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Hetta eru 263 milliónir krónur færri enn fyrstu 10 mánaðirnar í fjør.










