Lønarútgjaldingar veksa

Tað er serliga í byggivinnuni, at útgjaldingarnar veksa skjótt. Fiskivinnan er hinvegin gingin eitt vet aftur

Lønarútgjaldingarnar fyri 2016 vórðu gott 700 milliónir hvønn mánaða, men síðan september í fjør, er mestsum gingið framá hvønn mánaða og nú er komið uppum 750 milliónir um mánaðin.

 

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

 

Tann stóri vøksturin í høvuðsvinnugreinum, er í byggivinnuni. Munurin millum 2016 og 17 í byggivinnuni er 12.4%

 

Um tølini hinvegin verða skipaðar í vinnugreinar, so sæst, at stóri vøksturin í eini einstakari vinnugrein, er í ali- og kryvjivirkjum, har vøksturin er 25,3%, Higartil í ár eru 224 milliónir útgoldnar í lønum, í mun til 179 í fjør.

 

Lønirnar í fiskivinnuni eru gingnar eitt vet aftur. Frá januar til juli í fjør vórðu 580 millliónir útgoldnar í lønum í fiskivinnuni, meðan higartil í ár eru 567 milliónir útgoldnar. Tað er ein afturgongd á 2,3%.