Lønarútgjaldingar í føroysku fiskivinnuni eru sera nógv minkaðar síðan 2003. Tað vísa tøl frá Hagstovu Føroya.
Greið niðurgongd hevur verið í fiskiskapi síðan januar 2007, og sama tíðarskeið eru lønarútgjaldingarnar rapaðar niðureftir.
Á indeksstiganum, sum byggir á ársbyrjan 2003, eru lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni nú komnar niður á knøpp 59 prosent av tí, tær vóru í 2003.
Samstundis er talið av løntakarum í fiskivinnuni eisini rapað niðureftir, og eru tey arbeiðandi í fiskivinnuni bert 70 prosent av tí, tey vóru í 2003.
Nøgdin á fiskiveiðuni hevur eisini verið fallandi, men síðan november 2008 hevur veiðan verið stórt sæð tann sama, meðan virðið á fiskinum er fallið støðugt.