Altjóða Vinnustevnan Faroexpo, sum verður hildin í Runavík frá 25.-28. oktober, hevur nógv áhugavert at bjóða luttakarunum. Umframt partenariatið, sum verður í ítróttarhøllini í Runavík, verður eisini ein almenn ráðstevna í Løkshøll í Runavík.
Almenna Faroexpo Ráðstevnan verður hildin mikudagin 27. oktober kl. 13.00-16.30. Heitið á ráðstevnuni í ár er Lønandi Fiskivinna. Fýra fyrilestrahaldarar, fara at mynda ráðstevnuna.
Fiskivinna, nytta ella ónytta?
Eitt av evnunum á ráðstevnuni er Fiskivinna, nytta ella ónytta?. Fyrilestrahaldari er Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni. Petur Steingrund er útbúgvin fiskifrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Bergen í 1993, og vardi doktaraheitið í 2009. Síðani lokna útbúgving hevur hann m.a. undirvíst á Studentaskúlanum í Eysturoynni og á Fróðskaparsetrinum. Seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt á Havstovuni, har hann hevur arbeitt nógv við toski. Doktararitgerðin snúi seg um, hvussu tað kundi bera til, at tað var so nógvur toskur við Føroyar mitt í nítiárunum, tá so lítið hevði verið til árini frammanundan.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um í hvønn mun fiskivinnan er til gagn ella ikki fyri samfelagið. Komið verður m.a. inn á burðardyggleika.
Virðisskapan á tí, sum verður fiskað!
Næsti fyrilestrahaldari er Pól Huus Sólstein, stjóri á P/F Atlantic Pelagic í Klaksvík. Pól Huus Sólstein varð útbúgvin eksportteknikari í 1997, og hevur síðani lokna útbúgving arbeitt við uppisjóarvinnuni.
Pól hevur í fleiri ár arbeitt á Havsbrún innan innfrysting av makrel og sild, og síðan sum deildarleiðari á mjøl og lýsideildini. Frá 2005 til 2007 var hann í Íslandi, har hann arbeiddi við sølu og marknaðarføring av Mjøl og Lýsi fyri HBGRANDA. Síðani 2007 hevur Pól arbeitt við at menna eitt sølufelag til sølu av frystum uppisjóvarfiski og mjøl og lýsi frá NORÐBORG. Í dag er Pól stjóri á P/F Atlantic Pelagic, sum í 2010 umsetti fyri yvir 200 mió krónur.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um, hvussu virðisskapandi lønsemi kann økjast í vinnuni, við at hava fokus á gagnnýtslu av allari ráðvøruni umframt við at gera brúk av nýggjastu tøknini.
Hin skeivi fyrilesturin (undirhald við innihaldi)
Sjúrður Skaale fer í ár at halda hin skeiva fyrilesturin. Tað verður spennandi at hoyra, hvat hesin fer at snúgva seg um.
Sjúrður er útbúgvin samfelagsfrøðingur og er kendur bæði sum polittikari og skemtari.
Optimalt veiðitrýst
Atli Gregersen heldur seinasta fyrilesturin á ráðstevnuni. Atli er fiskivinnufrøðingur frá lærda Háskúlanum í Tromsø. Atli varð liðugur við útbúgvingina í 1982, og hevur síðani arbeitt í føroyska vinnulívinum, einamest í alivinnuni. Hann er í dag stjóri í alifelagnum Luna, sum rekur aling á Gøtuvík og í Vágum. Hann er saman við brøðrunum Páll og Regin eigari av alifelagnum Luna og Fiskavirkinum í Gøtu.
Atli var fyrsti formaður í Fiskidaganevndini. Hann var eisini við í Fiskiorkunevndini í 2008. Atli hevur fleiri ferðir verið frammi í fjølmiðlunum í sambandi við stýring av fiskivinnuni. Hann er talsmaður fyri at veiðitrýstið skal stillast sambært ráðgeving frá Havstovuni
Fyrilesturin fer at snúgva seg um samanhangin millum veiðutrýst og veiðu. Dentur verður lagdur á hvat veiðutrýst gevur mestan búskaparligan vinning, fyrst og fremst, til skip og manning.
Ráðstevnan er almenn
Fyrilestrarnir eru viðkomandi bæði hjá eintaklingum og virkjum. Kunning og tilmelding á www.faroexpo.fo <http://www.faroexpo.fo/> . Til ber eisini at ringja til VRG tlf. 666600.