Línan slitnaði ikki

Eftir dystin hjá AB mánakvøldið er Herfølge ikki verri fyri í botnstríðnum, enn teir vóru undan dystinum

 

Superliga


Felagið hjá Jákupi Mikkelsen liggur tungt í sjónum. Tað greiddu vit frá í blaðnum í gjár. Tá søgdu vit eisini, at mánakvøldið var ein dystur á skránni, sum var áhugaverdur fyri støðuna hjá Herfølge, og at vit skuldu venda aftur til henda dystin í blaðnum í dag.

Mánakvøldið var AB á útivølli og spældi ímóti FC Midtjyllandi. Herfølge er undir niðurflytingarstrikuni, og AB er niðasta liðið omanfyri strikuna. Ivaleyst fylgdu Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir væl við á TV3+ rásini, og úrslitið mundi smakka teimum væl. FC Midtjylland vann 4?2, og harvið er munurin ímillum AB og Herfølge framvegis tvey stig. AB hevur 19 stig, og Herfølge hevur 17 stig.

Tá 21. umfarið í superliguni verður á skránni 1. apríl fara hesi bæði liðini at dystast í Gladsaxe, har heimavøllurin hjá AB er. Fyri Herfølge verður tað so at siga lívs neyðugt at vinna ta ferðina.

Um vit skulu meta út frá avrikinum hjá AB mánakvøldið, so eigur tað ikki at vera púra ómøguligt hjá Jákupi Mikkelsen og teimum at vinna. AB spældi ikki væl, og tað var ikki fyrrenn síðstu minuttirnar, at teir fingu pyntað um úrslitið.

Tá 2. hálvleikur var hálvrunnin bendi alt á, at FCM, sum við sigrinum við stigum er á sætta plássi ? eitt stig aftanfyri FCK og Viborg ? fór at vinna stórsigur. Teir vóru frammanfyri 4?0, men so tóku teir sær av løttum. AB skoraði síðstu løtuna tvey mál, og teir høvdu møguleikar at skora okkurt málið afturat. Um teir høvdu skorað eitt mál afturat, tá tað restaðu einir fimm minuttir, so ber kanska til at ímynda sær, at órógvið hjá FCM hevði verið so stórt, at úrslitið hevði verið javnleikur. Men hetta er ? so plagdi maðurin at taka til ? hypotetiskt snakk!