Jóannes Eidesgaard hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at læna 500 milliónir krónur til at fíggja hallið á fíggjarlógini Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, hevur borið eitt uppskot niðan í Løgtingið, ið skal geva honum heimild til, vegna landskassan at taka 500 milliónir krónur í láni at rinda gjaldførishallið hjá landskassanum í 2009 við, har tað í øðrum førum verður goldið beinleiðis úr landskasanum.
Sostatt koma føroyingar komandi árini eisini at gjalda rentur og renturs rentur av láninum.
Verður lánið á 500 milliónir krónur hinvegin ikki tikið, er framvegis góð hálv onnur milliard eftir í landskassanum, men tá fer gjaldførið hjá landinum niðurum minsta kravið, ið er 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni BTÚ.
Jóannes Eidesgaard segði 25. februar við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya, at hann hevur góðar vónir um at fáa heimildina frá løgtinginum um at taka lán á hálva milliard.
- Tað er jú løgtingið, sum í síðsta enda er orsøkin til, at neyðugt nú verður at biðja um lán, segði Jóannes Eidesgaard við Kringvarpið tann 25. Februar.










