Hóast danir søgdu nei til at seta felags evropeiska gjaldoyrað evruna í gildi í Danmark, hava teir einki ímóti at taka lán í evrum. Eitt uppgerð hjá donsku realkreditfeløgunum vísir, at í fjør læntu danir evrulán, sum svara til 45 mia. krónur.
Stjórin í Realkredit Danmark, Sven Holm, heldur tað vera hugvekjandi, at danir siga nei til evruna, men at teir kortini eru til reiðar at nýta hana, tá talan er um at læna pengar. Orsøkin til, at tað er so, er, at tað er bíligari at taka lán í evrum enn krónum.










