Tórshavnar býráð fer á fundi í kvøld at taka støðu til, um tað skal læna 15 milliónir úr Føroya Banka til at keypa bygningin í Niels Finsensgøtu, har millum annað Býarbókasavnið er Tað skrivar heimasíða Kringvarpsins.
Eitt felag hjá Norðoya Sparikassa eigur bygningin. Fíggjarnevndin mælir til at keypa bygningin og at taka lán í Føroya Banka.
Býráðið fer á fundinum í kvøld eisini at taka støðu til eina tilráðing frá fíggjarnevndini um eitt samstarv millum kommununa og Føroya Banka um eini grannahús hjá bankanum í Niels Finsensgøtu.
Anfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum, hevur vegna minnilutan kravt málið fyri býráðið. Borgarstjórin og varaborgarstjórin samdust við Føroya Banka um, at kommunan umvælir húsini hjá Føroya Banka. Fyri tað fær kommunan slaka hálva millión krónur. Kostar arbeiðið meira enn tað, skal kommunan gjalda meirkostnaðin.
Kommunan skal leiga húsini frá bankanum, og hon hevur síðani leigað P.f. Guðrun og Guðrun húsini fyri somu upphædd, sum tað kostar kommununi at leiga tey frá bankanum.
Meirilutin í fíggjarnevndini mælir býráðnum til at taka undir við avtaluni við Føroya Banka, men tað ger minnilutin, tað er Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum, ikki.
RÆTTING: Kl.15.35.
Av misgáum var komið fyri, at Sjúrður Olsen hevði kravt málið fyri býráðið. Tað hevði hann ikki. Tað var Anfinn Brekkstein, ið vegna minnilutan kravdi málið fyri býráðið.
- Rógvi Nybo









