Løn uttan um peningastovnarnar

Henrik Old, løgtingsmaður, spyr nú Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvussu vit kunnu fáa lønina útgoldna gjøgnum kelduskattaskipanina, uttan at lønin við tvang endarí peningastovninum.

Løgtingsmaðurin vil hava at vita, um løntakarin hevur møguleika at velja aðra loysn enn peningastovnin.

Hesin munnligi fyrspurningurin verður reistur á tingi í morgin.

Henrik Old sigur í viðmerkingum til fyrispurningin, at so at siga dagliga hoyrist um, at peningastovnar leggja nýggj gjøld á teyn sum fáa sína løn gjøgnum peningastovnarnar.

– Í sínari tíð, tá kelduskattaskipanin bleiv sett í verk, varð ásett, at lønir skuldu flytast gjøgnum »eitt góðkent avrokningarstað«. Neyvan hevði nakar tá roknað við, at ein t.d. skuldi gjalda fyri at fáa sínar egnu pengar út úr peningastovnunum, sigur Henrik Old.

– Tað sær út sum, at tey klókastu høvdini í peningastovnunum, nú mest verða brúkt til at finna upp á nýggjar mátar at »nabba« burtur av tí løn, sum løntakarin er tvungin at fáa gjøgnum peningastovnarnar. Tað er øllum greitt, at tey, sum umsita henda einkarrætt, nú eru farin yvir um mark fyri, hvat er rímiligt, heldur Henrik Old.

Hann heldur, at tað nú er komið hartil, at hyggjast má eftir nýggjum máta at fáa flutt løntakarum sína løn uppá.

– Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sigur Henrik Old.