Hann ætlar sær heilt einfalt at ‘keypa’ atkvøður frá løntakarum við skattalætta og at revsa vinnulívið við tyngri skattum og gjøldum.
So vita vit, at skattalætti, sum farnu 4 árini hevur verið eitt banniorð í sosialistiskum oyrum, aftur blivið stovureint, og at lættin verður brúktur til at ‘keypa’ atkvøður.
Ikki tí, tann fyrra ABC-samgongan førdi ein skynsaman skattapolitikk, so at 4.500 fólk við ársinntøkum millum 170.000 og 270.000 kr sluppu undan at gjalda toppskatt.
Frá 2004-08 fingu miðal inntøkur (verkafólk, handverkarar, lærarar, starvsfólk, heilsustarvsfólk o.o.) eina heila mánaðarløn í minni skatti, t.e. í meiri løn um árið. Eg minnist ikki fakfeløgini takka ABC fyri tað.
Eitt tað fyrsta, CHE-samgongan gjørdi, var at lækka markið fyri toppskatti, so miðalinntøkur frá 250.000 til 270.000 og uppeftir fingu tyngri skatt.
Tað er púra beint, at skatta- og avgjaldstrýstið er vorðið alt ov høgt. Tað er skomm og skaði, at Føroyar hava millum hægstu skattir á inntøku.
Men tað er blóðskeivt, at tann ætlaði skattalættin til miðal inntøkurnar skal vinnast aftur til kommunu og land við hægri vinnuskatti.
Føroyskt vinnulív hevur nú eitt sámiligt skattatrýst uml 18-20% av avlopinum. Tað eiga vit at varðveita, tí at revsa vinnuna við hægri skatti gevur einki meiri í kommunu- ella landskassan, tvørturímóti.
Fyri gott 20 árum síðan rindaði vinnan 49% í partafelagsskatti, men kommunur og land fingu minni vinnuskatt tá enn við 20% í dag.
Vit vita, hvussu tungt vinnan koyrir. Hvør, halda sosialistarnir, sleppur at gjalda fyri hægri vinnuskatt? Fyritøkur mugu hækka vøruprísirnar, sum brúkarin skal gjalda.
Tá ein fyritøka, handil, virki ella reiðarí skal gjalda meiri skatt enn nú, mugu tey siga fólki upp, og so økist arbeiðsloysið.
Tað er harmiligt, at Javnaðurin fyri at tøla nakrar veljarar til sín, vil revsa vinnuna, sum vit øll, alment sum privat lønt, liva av. Tað er vinnan, sum ber bæði sær sjálvari og øllum øðrum uppi, eisini tí almenna. At brandskatta hana pínir allan búskapin niður.
Einki land her á leið hugsar um at hækka vinnuskattin. Tvørturímóti verða øll betur fyri, tá vinnan hevur tað lætt og gott. Vit skulu løna vinnuni og ikki revsa hana. Tá gevur hon mest ískoyti í landskassan.