Løn fyri hart arbeiði

– Pál er ein ungur ítróttarmaður við stórum og ambitiøsum ætlanum, umframt at hann er miðvísur og arbeiðir hart. Tí vildu vit gera nakað serligt burtur úr honum, nú vit fylla 75 ár í ár, sigur stjórin í P/f Leif Mohr, Leivur Holm

Svimjing

Eini hálvthundrað fólk vóru komin í hølini hjá P/f Leif Mohr leygardagin, tá fyritøkan hevði bjóðað til móttøku, tí ætlanin var at heiðra einum av okkara fremstu ítróttarfólkum. Mong høvdu óivað gitt tað, men tá Pál Joensen sást mitt í mannamúgvuni, ivaðist eingin longur í, hvør var høvuðspersónur hesa seinnapartsløtuna á Hoyvíksvegi 53.
Stjórin í P/f Leif Mohr, Leivur Holm, var heldur ikki í iva, tá hann fekk orðið og greiddi frá, hví valt var at gera serliga nógv burtur úr júst Páli í ár, nú fyritøkan í ár fyllir 75 ár.
– Vit vildu markera hetta árið við nøkrum serligum, og av tí at Pál er ein ungur ítróttarmaður við stórum og ambitiøsum ætlanum, umframt at hann er miðvísur og arbeiðir hart, fall valið á hann. Vit vilja royna at hjálpa honum at taka tey allarsíðstu fetini heilt upp á tindarnar, segði Leivur Holm.
– Pál er ein stór fyrimynd fyri føroyskan ungdóm og føroysk ítróttarfólk, og sum støðan er í løtuni, er eisini brúk fyri fyrimyndum.
Stjórin í P/f Leif Mohr ásannar eisini, at tankin um tað, sum fyritøkan og Pál hava til felags, eisini telur sítt. Hann sigur, at hóast fyritøkan er gomul, er hon ung í sinni, og vil við hesum eisini vísa, at hon arbeiðir við miðvísum ætlanum fyri framtíðina.
– At vit nú hava valt at stuðla Páli, er eitt eyka átak í ár, tí hetta er eitt serligt ár hjá okkum. Vit hava altíð roynt at stuðlað ítróttinum, og hetta merkir ikki, at einki verður til nakað annað. Hinvegin kundi tað væl hent seg, at vit fara at halda fram við samstarvinum við Pál, tá hetta árið er farið – serliga, um tað fer at gangast honum øgiliga væl, sigur Leivur Holm.