- Hetta málið hevur so mikið stóran týdning, at samgonga og andstøða eiga at taka lógvatak saman og siga, at vit gera eina sats-pulju við 700 milliónum krónum, ið skulu brúkast til at skapa fólkavøkstur næstu fimm árini.
Tað sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum ikki trýr uppá, at tað fer at ber til at semju um at finna 700 milliónir krónur innanfyri verandi fíggjarkarmar, hóast tað sambært henni hevði verið besta loysnin.
Heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur mælir til 37 átøk næstu árini. Átøkini kosta tilsamans 700 milliónir krónur, og júst framløgdu fíggjarkarmar taka ikki atlit til ætlanina.
- Tí mæli eg snøgt sagt til, at vit læna pengarnar og marka teir til hesa heildarætlanina, sigur Rigmor Dam: