Lómur vann tryggan sigur

Tað var sama søgan, sum tað hevur verið í alt summar, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust í góðveðrinum á Fjarðastevnu í Vestmanna.

Lómur av Argjum hevði vunnið fýra tær fyrstu ferðirnar, og Lómur vann aftur í dag.

Hesa ferð var Riddarin úr Miðvági treiskari at sleppa av við, enn hann hevur verið fyrr í ár. Riddarin hekk leingi uppi í Lómi, men á málinum var eingin ivi, hóast tað ikki var leyst millum Lóm og Riddaran.

Lómur hevur verið fremstur allar fimm ferðirnar, og Riddarin hevur verið næstfremstur allar fimm ferðirnar uttan ta einu ferðina, tá ið hann var nummar trý. Harvið er munurin millum tveir teir fremstu seks stig, og Lómur er stórfavorittur at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð.

Páll Fangi luttók fyri fyrstu ferð í ár, og klaksvíkingar megnaðu at vinna seg fram á bronsuplássið. Tað var leyst og meiri enn tað aftur til Skúgv, Herning, Gongurólv og Sølmund.

 

1 Lómur 05:12.12

2 Riddarin 05:14.13

3 Páll Fangi 05:20.18

4 Skúgvur 05:26.13

5 Herningur 05:28.23

6 Gongurólvur 05:35.17

7 Sølmundur 05:45.20

 

Støðan

1 Lómur 35

2 Riddarin 29

3 Skúgvur 25

4 Herningur 10

5 Gongurólvur 6 1G

6 Páll Fangi 5

7 Sundabáturin 4

8 Sølmundur 1