6-MANNAFØR KVINNUR
Riddarin úr Miðvági var klárt nummar eitt á Norðoyastevnu. Ta ferðina var fjarstøðan aftur til Lóm av Argjum meiri enn eina bátslongd. Sigurin var tann fyrsti hjá Riddaranum.
Tí var einki at siga til, at Riddarin varð mettur at vera favorittur undan Fjarðastevnuni. Men Riddarin megnaði ikki at vinna í Kollafirði. Tað syrgdu argjakvinnur umborð á Lómi fyri. Hetta var fyrsti sigur nakran tíð hjá kvinnunum umborð á Lómi.
Kappingin millum 6-mannaførini við kvinnur var sjáldsama spennandi. Tað var ikki leyst ímillum fýra teir fremstu, og Hvessingur, ið kom síðstur á mál, var bara eina bátslongd aftanfyri Jarnbard.
Munurin ímillum Lóm og Riddaran var so mikið lítil, at tað var ikki fyrrenn upptøkurnar vóru vístar umaftur, at tað bar til at staðfesta, at Lómur var reingina frammanfyri Riddaran.
Á Norðoyastevnu høvdu Smyril og Jarnbardur á triðja plássi somu tíð. Hesa ferð var munurin teirra millum 0.00.02 minuttir ella lítil elle eingin. Fjarstøðan frá hesum báðum bátunum og fram til tann næstfremsta var í fyrstu kappingini næstan fýra sekund. Nú var munurin tódnaður til tvey sekund. Tað kundi bent á, at tað verður rættuliga spennandi á Skálafjørðinum leygardagin.
Hvørki Riddarin ella Lómur hava áður vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Jarnbardur hevur vunnið nógv mest. Tær vunnu bæði í fjør og í fyrraárið, og ein spennandi spurningur er, hvussu stór framgongdin hjá Jarnbardi fer at vera næstu ferðirnar. Lómur og Riddarin fara saman við Smyrli og Hvessingi at gera sítt fyri at halda sigursvanda bátinum frá gullkrónunum.
6 mannafør kvinnur
1Lómur05:16.02
2Riddarin05:16.14
3Smyril05:18.16
4Jarnbardur05:18.18
5Hvessingur05:21.11