Lómur er meistari

Argja Róðrarfelag hevur í dag tryggjað sær fyrsta FM heitið nakrantíð í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Hetta var sætti sigurin hjá Lómi í ár, og tað vil siga, at argjabáturin hevur vunnið allar róðrarnar í ár. Hetta er fyrsta árið yvirhøvur, at 6-mannafarið hjá monnum við monnum hevur vunnið nakran róður. Úrslitið í dag ber við sær, at tað eru sjey stig frá Lómi og aftur til Riddaran, og harvið hevur Lómur vunnið FM fyri fyrstu ferð.

Páll Fangi og Riddarin høvdu hug at bjóða av, og fyrra partin av teininum vóru teir heilt frammi í oddinum.

So vísti tað seg, at Lómur var tann drúgvasti og tað so orduliga. Á málinum var munurin aftur til næsta kapingarneytin tað mesta av einari bátslongd.

Riddarin var drúgvari enn Páll Fangi í kappingini um næstfremsta plássið.

 

1 Lómur 04:52.06

2 Riddarin 04:54.13

3 Páll Fangi 04:56.00

4 Skúgvur 05:00.01

5 Jarnbardur 05:03.07

6 Herningur 05:04.12

7 Sølmundur 05:12.19

 

1 Lómur 42

2 Riddarin 35

3 Skúgvur 29

4 Herningur 12

5 Páll Fangi 10

6 Gongurólvur 6

7 Sundabáturin 4

8 Jarnbardur 3

9 Sølmundur 2