Lómur er illa farin

Urgent, urgent. Tit sum fara norðureftir. Tað er sera nógvur vindur. Lómur er tikin av hvirlu í Kollafirði og er í knúsi.

 

Hesi boðini vóru á facebook um middagsleitið. 6-mannafarið hjá Agja Róðrarfelag var á veg til Fuglafirðar á bátavogni. Tá ið bilurin hevði snarað úr rundkoyringini í Kollafirði, tók ein hvirla í vognin, sum lætti sær á, og báturin fór rættuliga illa. Um tað ber til at umvæla hann er ikki greitt enn, men tað er greitt, at hann verður ikki við aftur í kappingini í ár.

 

Ætlanin var, at Lómur skuldi luttaka í kappingunum fyri old girls kvinnur ella master kvinnur, sum tað eisini verður nevnt og í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum.

 

Høgni Jacobsen í Argja Róðrarfelag sigur, at hetta kemur illa við, tí tey hava tríggjar manningar – old girls og kvinnur og menn.

-Í morgin fara vit at rógva við Páll Fanga hjá klaksvíkingum. Hann er mannaður næstu stevnurnar, so tað er neyðugt at finna annan bát. Sundabáturin hevur verið nevndur, men hann er eisini mannaður. Í lætuni vóna vit, at tað fer at bera til at fáa Skúgv úr Sandavági, men hetta er ikki greitt enn, sigur Høgni Jacobsen.