Tað gekk, sum tað hevur gjørt tvær tær undanfarnu ferðirnar. Lómur av Argjum vann kappingina millum 6-mannaførini við monnum, og harvið er Lómur klárt á odda í FM kappingini.
Hesa ferð vóru bæði Skúgvur og Riddarin væl við eina løtu, men so setti Lómur tingini so rudduliga upp á pláss. Á málinum var báturin av Argjum eina bátslongd undan næsta bátinum.
Merkisvert var tað, at tað hesa ferð var Skúgvur, sum vann kappingina um næstfremsta plássið á Riddaranum, meðan Herningur var væl aftari.
6 mannafør menn
1 Lómur 07:25.02
2 Skúgvur 07:28.05
3 Riddarin 07:30.01
4 Herningur 07:52.03
Støðan
1 Lómur 21
2 Riddarin 17
3 Skúgvur 16
4 Herningur 4
5 Sundabáturin 4