– Hetta er eitt sindur løgið. Vit koma framum 1-0 beinanvegin og hava so nakrar kjansin at avgera dystin, men gera tað ikki. So fingu teir eina deyðbóltsstøðu og komu upp á 1-1, so vit fóru øgiliga vónbrotnir inn til hálvleik. Teir skora aftur, tá eitt korter er farið eftir steðgin, men eg haldi ikki, at teir áðrenn tað í seinna hálvleiki vóru framman fyri miðjuna.
Soleiðis tók Símun Samuelsen saman um dystin ímóti sínum bygdarmonnum í Gundadali í gjár, samstundis sum hann eisini tók í egnan barm:
– Vit vóru bara ikki nóg kaldir, tí vit góvu teimum bóltin til mál nummar tvey, og tað er ikki nóg gott. Tú kanst siga, at vit í dag verða eyðmýktir á heimavølli, men bæði FC Suðuroy og B71 hava nú gjørt av við okkum á heimavølli, staðfesti vágbingurin í HB, sum ljóðaði eitt sindur uppgevandi.
– Tá tú gevur teimum niðastu stig frá tær, so kanst tú ikki vænta at gerast meistari. Einki er tó liðugt, fyrr enn tað er liðugt, og so leingi, sum vit hava møguleikan, fara vit eftir tí. Men skal eg siga tað realistiskt, so sóu vit ikki út sum nakað topplið, soleiðis sum vit spældu í dag.