George W. Bush, forseti, ásannar nú, at framferðin, sum bleiv nýtt, tá Saddam Hussein bleiv tikin av døgum, var óheppin og hevur gjørt støðuna í Irak uppaftur verri. Í samrøðu við sjónvarpið PBS sigur Bush, at tað var ikki rætt av teimum hjástøddu at háða Saddam, og at tilburðurin minti mest um hevnd. Bush legði afturat, at tað, sum hendi í avrættingarhølinum, gav fólki ymiska uppfatan av viðurskiftunum og var enn ein tekin um, at irakska stjórnin er ikki búgvin enn og hevur nógv eftir at læra.