Líkskurður verður seinnapartin

Ein danskur rættsmedisinari kemur seinnapartin í dag til Føroya at fremja líkskurð (obduktión) av manninum, sum fyrrakvøldið varð funnin í Leirvíksfirði. Allar ábendingar, sum løgreglan hevur, peika móti somu staðfesting av, hvør maðurin er, sum Mortan Egholm, útróðrarmaður úr Klaksvík, fann í Leirvíksfirði fyrrakvøldið.

- Líksýn er framt, og tað er løgreglan, sum saman við landslæknanum stendur fyri tí. Líksýnið avdúkaði einki illgrunavert í sambandi við deyðsfallið, men í slíkum førum sum hesum vilja vit vera 100 prosent vísir, áðrenn vit úttala okkum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur.

Tí er eisini ein danskur rættsmedisinari boðsendur at koma til Føroya at líkskera mannin. Rættsmedisinarin kemur við flogfari seinnapartin í dag, og tí verður roknað við, at ein 100 prosent eyðmerking fyriliggur einaferð seint seinnapartin ella í kvøld.