Líkskoðanin gav einki svar

Enn duga læknarnir ikki at siga, hví Michael Jackson doyði, men teir funnu einki tekin um harðskap ella brotsgerð Læknar kannaðu í gjárkvøldið líkið av Michael Jackson, men ein talsmaður fyri myndugleikarnar segði aftaná, at líkskoðanin hevði ikki givið nakað svar upp á spurningin, hvørjum poppstjørnan doyði av.

Talsmaðurin segði, at tað er einki, sum bendir á, at Michael Jackson hevði verið fyri harðskapi ella fingið skaða á annan hátt. Tað var heldur einki tekin um nakað brotsverk, segði talsmaðurin.

Tað endaliga úrslitið av líkskoðanini fæst ikki fyrr enn um nakrar vikur, skrivar AP úr Los Angeles.