Líksýn verður í dag

Løgreglan vil lítið meiri siga um mannin, sum varð funnin lívleysur á rossagøtuni í Marknagili í Havn seinnapartin í gjár.

 

Einasta nýggja, sum er at frætta, er at líksýn verður í dag. Hetta er tó heilt vanligt, fyri at kunna staðfesta deyðsorsøkina, tá fólk verða funnin deyð.

 

Ein persónur til gongu fann mannin um 15-tíðina. Okkurt um ein tíma frammanundan høvdu avvarðandi hjá manninum ringt til løgregluna og eftirlýst mannin.

 

Løgreglan veit ikki, hvussu leingi maðurin hevur ligið, men helst hevur tað verið síðani mánakvøldið ella týsnáttina, segði løgreglan í gjár.