Læknin noktar seg sekan

Conrad Murray, sum var persónligur lækni hjá tónleikastjørnuni Michael Jackson, avsannar framvegis, at hann gav Michael Jackson ov nógvan heilivág av slagnum propofol við tí úrsliti, at hann doyði.

-Eg eri ósekur, segði Murray í einari hoyring í rættinum í Los Angeles í dag.

Tá tað var staðfest, at læknin noktar seg sekan, kunngjørdi dómarin, at sjálvt rættarmálið byrjar tann 28. mars. Dómarin legði afturat, at tað er væl hugsandi, at rættarmálið verður sent í sjónvarpinum.

Verður Conrad Murray dømdur sekur, kann hann fáa upp í fýra ára fongsul og missa loyvið at arbeiða sum lækni.

Verjin hjá læknanum heldur uppá, at Michael Jackson tók sjálvur heilivágin, tá læknin fór út úr kamari hansara. Men ákæruvaldið sigur, at læknin gav tónleikastjørnuni ov nógv propofol, sum er eitt slag av soviheilivági.