Læknin hjá Jackson ákærdur

Ein dómari í amerikanska býnum Los Angeles hevur gjørt av, at Conrad Murray, sum var lækni hjá Michael Jackson, skal fyri ákærast fyri óviljað manndráp. Michael Jackson doyði tann 25. juni í 2009 eftir at hava fingið ov nógv av doyvingarevninum propofol saman við øðrum heilivági.

 

Conrad Murray var lækni hjá Michael Jackson, og hann hevur viðgingið, at hann gav sangstjørnuni propofol. Ákæruvaldið leggur hann undir ósketni, tí hann gav Michael Jackson propofol umframt annan heilivág.

 

Harafturat vísir ákæruvaldið á, at tá Michael Jackson doyði, bað læknin trygdarmenninar beina fyri øllum, sum vísti, at Jackson hevði fingið propofol, og at hann ringdi til unnustu sína ístaðin fyri at ringja eftir einum sjúkrabili.

 

Conrad Murray vísir øllum ákærunum aftur.