- Støðan á føðideildini er snøgt sagt lívsvandamikil, sigur Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum.
Ljósmøðrarnar tóku leygardagin øll undantøk aftur, og nú er støðan tann, at eingin ljósmóður er yvirhøvur á Landssjúkrahúsinum. Tað merkir, at eigur tú í dag, ja so er slett eingin at taka ímóti barninum.
- Tað er ljósmóðurin, sum tekur sær av mammuni, tá ið hon skal eiga. Tað er teirra øki, og tað hevur ongantíð verið okkara økið. Tá tá gongur galið og tað stendur illa til, so er tað okkara økið. Men nú sær út til, at vit vera noydd til at taka móti børnum eisini. Tað er sum so í lagi, men hvør traðkar so til, um tað gongur illa og man hevur tørv á fleiri hondum, spyr Ann Danielsen.
Hon tekur í dag blaðið frá munninum og rópar varskóg. Hetta tí, at tær donsku ljósmøðurnar, sum hava verið á føðideildini í seinastuni, eru farnar av landinum. Orsøkin er, at tær eru trýstar av felagnum í Føroyum og í Danmark.
- Nú er so slett eingin eftir. Og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn ein mamma ella eitt barn doyr, sigur Ann Danielsen.
Hon sigur víðari, at í nátt mundi ein kona bløtt til deyðis – var tað ikki fyri teimum báðum donsku ljósmóðrunum, sum vóru á staðnum, og nú eru farnar.
- Tað tekur 10 minuttir hjá einarin kvinnu at bløða út. Tað tekur 10 minuttir, so kann eitt barn vera heilaskatt. Vit kunnu ikki bara ignorerað, at onkur má vera har og lofta tí, um okkurt gongur galið, sigur Ann Danielsen.
Og víðari sigur serlæknin, at tað er djúpt óetiskt og óforsvarligt av ljósmøðrunum, at taka øll undantøk burtur.
- Men tað er ikki ólógligt. Onga aðrastani í verðini hevði hetta gingið. Aðrir fakbólkar loyva at man hjálpir, um tað stendur um lív ella er akutt, sigur Ann Danielsen.