Lækni í Slovakia: Slovan hevur gjørt tvey mistøk

Ein royndur lækni í Slovakia, sigur at Slovan Bratislava gjørdi nøkur mistøk undan fráferðini

Slovakiski miðilin, Sport.sk, hevur gjørt ein samrøðu við Pavel Malovič, sum er ein royndur ítróttarlækni i Slovakia. Hann sigur við Sport.sk, at Slovan Bratislava gjørdi eitt mistak við at fara til Føroya, áðrenn liðið hevði fingið svar upp á royndirnar mánadagin. Hann sigur eisini, at Slovan Bratislava skuldi havt avbyrgt allar spælararnar, eftir at tað bleiv staðfest, at tað var korona í hópinum.

- Eg haldi at eftir fyrstu boðini um koronusmittuna í hópinum, skuldi Slovan havt avbyrgt allan hópin og gjørdi fleiri koronaroyndir, sum kundu havt avdúkað um tað vóru fleiri smittaði í hópinum. Tað vóru bara tvær negativar testir undan fráferð. Hesin trupulleikin nýttist ikki at koma fyri, sigur Pavel Malovič.

Hann stuðlar føroysku myndugleikum, sum hann vísur á skulu fylgja sínum reglum – sjálvt reglugerðin er strangari enn í Slovakia.

- Sjálvandi er reglugerðin strang, men um myndugleikarnir hava avgjørt nakað, so skal tað fylgjast. Í so máta hevur Føroyar tikið eitt vælkomið stig. Slovan gav føroysku myndugleikunum tveir møguleikar. Sóttarhald ella heimferð, sigur Pavel Malovič.

Pavel Malovič leggur afturat, at lykilin til eina slíka missón er at verða hundrað prosent vísur í, at ongin smittaður persónur er umborð á flúgvaranum. Um eg ikki hevði havt mínar spælarar avbyrgdar, so hevði eg testa og testa, síðani úttikið liðið eftir teimum testunum, sigur Pavel Malovič.

Hann vísur at enda á, at smittan er aftur farin at gera um seg í Slovakia. Slovan Bratislava úr Slovakia skuldi upprunaliga spæla móti KÍ í Champions League mikukvøldið, men dysturin er útsettur til í dag klokkan 17. Á døgurða verður væntandi greitt, um dysturin verður.