Lækni drap sjúklingar

Løgreglan í Týsklandi hevur handtikið ein lækna, sum er undir illgruna fyri at hava beint fyri minst átta sjúklingum.

Ákæruvaldið sigur, at tann 53 ára gamla kvinnan breyt allar galdandi reglur, og at hon millum annað gav sjúklingum nógv meiri morfin, enn reglurnar áseta. Harafturat skal hon hava givið sjúklingunum ymsan heilivág saman við morfininum. Sjálv sigur kvinnan, at hon er ósek, men í samrøðu við eitt blað í oktober í fjør segði hon, at hon hevði fylgt fólki í deyðan, sum hon tók til.

Týska ákæruvaldið er í ferð við at kanna 76 tilburðir, har sjúklingar hjá læknanum doyðu, men fyribils er hon varðhaldsfongslað fyri átta tilburðir. Verður hon funnin sek í drápi, kann hon fáa lívlanga fongsulsrevsing. Verður hon dømd fyri at hava veitt deyðshjálp, verður revsingin væntandi linari. Sambært týskari lóg kunnu læknar, sum veita sjúklingum deyðshjálp, fáa upp í fimm ára fongsul.