í farnu viku skrivaði in.fo, at eingin lækni var at taka sær av føroyskum bróstkrabbasjúklingum. Sum skilst setti tað ferð á samráðingarnar millum Landssjúkrahúsið og eitt íslendskt privatsjúkrahús, ið skuldi taka sær av føroyskum kvinnum við bróstkrabba. Ein loysn skuldi finnast beinaveg.
Tá in.fo fyri eini viku síðan skrivaði, at ein loysn var á veg vóru reaktiónirnar ymiskar. Meðan føroyskar kvinnur við bróstkrabba frøddust um boðini, ilskaðist umboð av Landssjúkrahúsinum í viðmerking á in.fo.
"Landssjúkrahúsið hevur á ongan hátt brúk fyri fleiri samstarvsavtalum við pengagræð sjúkrahús í eystur og vestur. Vit hava brúk fyri klárum avtalum við í mesta lagi 1-2 almenn sjúkrahús. Ynskir man at senda føroyskar sjúklingar til Íslands, skal tað vera á alment sjúkrahús og ikki privat", skrivar Shahin Gaini, lækni á in.fo.
"Eg dugi ikki at síggja rationalið í at taka pengar frá einum útsvøltaðum heilsuverki til vinning til privatsjúkrahús uttanlands", heldur hann.
Men hóast tosað var um at sum skjótast finna semju við privatsjúkrahús í Íslandi, er framvegis eingin loysn funnin til føroyskar bróstkrabbasjúklingar og mammografiscreeningina. Tað fortelur føroyski serlæknin, sum starvast á privata sjúkrahúsinum í Íslandi.










