Læknarnir á Landssjúkrahúsinum beina nú rusk burtur, tí portørarnir, sum plaga at taka sær av ruskinum, eru í verkfalli.
Men hóast hetta arbeiðið er umfatað av verkfallinum, ætlar Havnar Arbeiðsmannafelag einki at gera fyri at steðga læknunum í at gera hetta arbeiðið.
? Ruskið kann ikki liggja og sløðast, tí tað kann gerast beinleiðis vandamikið, so tað má onkursvegna fáast av vegnum. Vit fara ikki at berjast við læknar, sum hava hug at taka rusk upp, sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Fútarætturin uppí
Portørarnir á teimum trimum sjúkrahúsinum eru framvegis í verkfalli, og tað verður ikki roknað við, at nakað hendir í málinum, fyrr enn verkfallið kemur fyri í fútarættinum týsdagin.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum heldur upp á, at verkfallið er ólógligt, og fer tí at royna at steðga tí umvegis fútarættin.
Orsøkin til verkfallið er, at ein portørur á Landssjúkrahúsinum varð sagdur úr starvi. Hesa uppsøgn við Havnar Arbeiðsmannafelag ikki góðtaka, og tí hevur tað sent allar hinar portørarnar í landinum í verkfall.