Læknarnir ikki teir einastu sum eru til

Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum vil ikki geva yngru læknunum meiri í lønarposan enn hini almennu starvsfólkini hava fingið. ­ Læknatrotið kemst ikki av at lønirnar eru lágar, sigur Tummas Magnussen á lønardeildini

Lønarstríðið millum yngru læknarnar og lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrinum er ikki hasa av enn.

Fríggjakvøldið stóðu partarnir so langt frá hvørjum øðrum, at teir valdu at fara til hús at umhugsa støðuna.

Tummas Magnussen av lønardeildini sigur, at eingin broyting er hend síðani tá.

­ Vit hava boðið teimum 6,5 prosent, og tað tilboðið stendur við.

Men tað er langt frá tí, sum teir krevja, er tað ikki so?

­ Jú, so er, men vit kunnu ikki fara upp um tað, sum hini hava fingið.

Læknarnir siga, at tað er orsakað av lønini, at tað ikki ber til at fáa fleiri læknar til Føroya?

­ Hasum eri eg ikki samdur við teimum í. Heilt fram til 90-ini var lønin í Føroyum hægri enn hon var í Danmark, men tað var kortini torført at fáa læknarnar til Føroya at arbeiða, sigur Tummas Magnussen.


Forvinna væl

og arbeiða nógv

Upp á fyrispurning um lønarlagið hjá yngru læknunum sigur Tummas Magnussen, at teir forvinna væl, men at teir eisini arbeiða nógv.

­ Lønin við ískoytum mann liggja um 30 túsund um mánaðin, og so koma aðrar 30 túsund oman á fyri yvirtíð og eyka vaktir. So okkurt um 60 túsund um mánaðin hjá onkrum, sigur Tummas Magnussen.

Hann vísir á, at yngur læknarnir bert eru 14 í tali, og at teir røkja 22 størv, og at tað er orsøkin til at lønirnar eru so høgar