Ein týðandi ísraelskur lækni sigur við blaðið Haaretz, at forsætisráðharrin fekk blóðtynnandi heilivág, sjálvt um hann leið av einari sjúku, sum hevði samband við blóðkørini í heilanum. Høvdu læknarnir vitað tað, høvdu teir neyvan givið honum blóðtynnandi heilivág, tí tað økir vandan fyri heilabløðingum, sigur læknin við Haaretz.
Sjálvur ivast læknin ikki í, at tað var eitt læknaligt mistak at geva Sharon blóðtynnandi heilivág. Hann vísir á, at sjúkan, sum Sharon hevði, og heilivágurin, sum hann fekk aftan á ta fyrstu heilabløðingina tann 19. desember, vóru við til at økja vandan fyri, at hann skuldi fara at bløða aftur. Men læknarnir varnaðust ikki sjúkuna í blóðkørunum, fyrr enn Sharon kom aá Hadassah-sjúkrahúsið við heilabløðing tann 9. januar, skrivar Haaretz.
Vit høvdu nóg mikiðat hugsa um fyri at bjarga lívi forsætisráðharrans, so vit hugsaðu ikki um nakað annað, sigur sjúkrahússtjórin Ron Krumer við Haaretz.
Stríðið harðnar
Samstundis sum læknarnir á Hadassah-sjúkrahúsinum royna at kanna, hvussu stóran skaða Sharon hevur fingið av heilabløðingunum, eru limirnir í flokki hansara farnir at keglast um, hvussu tann nýggi flokkurin skal stilla upp til valið í mars, nú formaðurin liggur sjúkur.
Likud fer undir uppstillingina í morgin og Arbeiðaraflokkurin í næstu viku, men trupulleikin hjá Kadima er, at flokkurin er so nýggjur, at hann hevur ongar reglur um, hvussu hann skal stilla upp. Harafturat hava tekin verið um ósemju ímillum Ehud Olmert, varaforsætisráðharra og Shimon Peres, sum fór úr Arbeiðaraflokkinum upp í nýggja flokkin hjá Sharon. Peres skal hava roynt at egna fyri sær sjálvum sum forsætisráðharraevni hjá Kadima, men sambært Reuter skal hann kortini hava játtað at styðja Olmert.
Onnur fýlast á, at leiðandi limir í Kadima royna at gera sær dælt av, at Sharon er so sjúkur, og at teir fleiri ferðir hava verið í sjónvarpinum og víst á, hvussu væl tað gongur hjá Olmert at stýra stjórnini, nú hann røkir starvið hjá Sharon.