Læknar vildu ikki hjálpa til avrætting

Michael Angelo Morales skuldi avrættast í einum fongsli í Kalifornia gjáranáttina, men avrættingin mátti útsetast, tí læknarnir sýttu fyri at medvirka.

Michael Angelo Morales er dømdur til deyða fyri at hava neyðtikið og myrt eina 17 ára gamla gentu, og gjáranáttina skuldi hann takast av døgum í tí kenda San Quentin-fongslinum uttan fyri San Fransisco.

Verjarnir høvdu víst á, at Michael Angelo Morales kundi fáa ein pínufullan deyða, um doyvingarevnið ikki virkaði, sum tað skuldi, og tí gjørdi ein dómari av, at tveir narkosulæknar skuldu vera hjásatddir undir avrættingini.

Men tá Michael Angelo Morales skuldi avrættast, boðaðu teir báðir læknarnir frá, at teir vildu kortini ikki medvirka. Teir vístu á, at skuldi tað hent, at tann dømdi fekk nógva pínu av eiturinnspræningini, hevði tað verið í stríð við teirra etisku sjónarmið at medvirka til at doyva pínuna. Hetta sjónarmið samsvarar við sjónarmiðini hjá læknafelagnum í Kalifornia og amerikanska læknafelagnum, sum hava boðað frá, at tað er ikki sambæriligt við læknastarvið at medvirka í einum slíkum føri.

Tað er kortini ivasamt, hvussu leingi Michael Angelo Morales sleppur at liva afturat, men tað kann tó henda, at dómurin verður broyttur. Dómarin, sum á sinni dømdi hann til deyða, hevur broytt hugsan seinniu, og herfyri tók hann undir við einari áheitan frá verjunum um at broyta dómin til lívlangt fongsul. Men Arnold Schwarzenegger, guvernørur, segði nei.


MYNDATEKSTUR:

Ein maður mótmælir deyðarevsing uttan fyri San Quentin-fongslið.