Læknar varnast ikki meningitis

Tøl hjá Statens Seruminstitut í Keypmannahavn vísa, at í Danmark eru tilburðirnir av meningitis C øktir umleið 70 prosent eftir bara einum ári frá 2010 til 2011, og sambært formanninum í Landsforeningen Meningitis kemst hetta millum annað av, at læknarnir eru ikki nóg dugnaligir at varnast sjúkuna.

-Tað er neyðugt, at læknarnir hugsa um tað og taka tað í álvara, at talan kann vera um meningitis, tí tað kann snúgva seg um eina sera álvarssama sjúku, sum fleiri doyggja av ella fáa mein av, sigur Martin Bak við blaðið 24 timer.

Í heilsustýrinum umhugsa tey nú, um tað er neyðugt at vaksisera allar danir undir 18 ára aldur ímóti meningitis C, eins og gjørt er í Bretlandi, skrivar blaðið.