Læknar ávara ímóti viðgerð fyri at klænka

Tað er grund til at rópa varskó, siga tveir skurðlæknar

 

– Vit halda, at tað er grund til at rópa varskó. Tað siga teir báðir skurðlæknarnir í maga- og tarmsjúkum, Eivind Warberg og Heðin Jacobsen.

Teir siga, at teir hava báðir hollar royndir í at viðgera fólk, sum eru ov feit. Í hesum døgum hava føroyingar, sum viga ov nógv fingið viðgerð, har tey bara skulu svølgja eitt lítið hylki við eini ballón, sum leggur seg í magan - og síðan gjalda 25.000 krónur.

Teir siga, at magaballónir sum hesar, hava verið brúktar í yvir 30 ár, men vísindaliga hevur tað ikki eydnast at vísa á góð úrslit.

– Sannleikin er tó, at tað eru fleiri vansar við ballónini. Nøkur fáa so nógva pínu í búkinum, at ballónin má takast upp í úrtíð. Fer ballónin at leka, kann hon fara yvir í tarmin og typpa fyri og soleiðis geva tarmslyng. Tá má ballónin takast við gastroskopi ella í ringasta føri við skurðviðgerð.

– Tað kemur eisini fyri at sjúklingar fáa magasár við vanda fyri at hol kemur á magan, og hetta krevur akutta skurðviðgerð. At taka slíkar ballónir upp er heldur ikki heilt vandaleyst og skaði kann gerast á vællindi.

– Tað stendur sjálvandi til hvønn einstakan at gera av um ein vil nýta 25.000 krónur úr egnum lumma til eina ivasama viðgerð, men ein fyritreyt má tá vera, at sjúklingurin er nóg væl kunnaður, áðrenn avgerð verður tikin, siga teir báðir læknarnir. Og teir hava eisini varhugan av, at kunningin til tey, sum fáa viðgerðina, manglar. 

– Sum væntað eru sjúklingar longu komnir akutt inn á Landssjúkrahúsið, og tað er als ikki óhugsandi, at fleiri sjúklingar fara at fáa trupulleikar av magaballónina, siga teir.

– Tá toymið úr Danmark hevur lagt ballónirnar, og eru farið av landinum aftur, ja so verður tað føroyska heilsuverkið og vakthavandi læknar á Landssjúkrahúsinum, ið mugu taka sær av trupulleikunum.

– Okkara royndir við gastric balloon er, at viðgerðin í besta føri er óskaðilig og at vektin er hin sama tá eitt ella tvey ár eru farin, siga teir

Trýst HER og les meiri um teirra støðu til hesa viðgerðina