D. Petur Højgaard kommunulækni
---------
Hoyrdi orðaskiftið seinasta hósmorgun um uppskot Miðfloksins við lóg at broyta mannagongdina, tá ið um fosturtøku ræður.
Hugsi, at eg havi skilt tað rætt soleiðis, at eitt ráð av professionellum fólkum skal veita tvingaða ráðgeving til kvinnur, sum ynskja fosturtøku.
At tað ikki, so sum higartil hevur verið galdandi, skal vera ein kommunulækni, sum saman við einum serlækna í gynækologi/obstretikk skal meta um støðuna, indikatiónina, sum tað eitur á læknamáli.
Tá eg mótmæli summum av tí, sum mín starvsfelagi Jenis av Rana førir fram, er tað ikki av tí, at eg ikki skilji og góðtaki hansara grundsjónarmið viðvíkjandi fosturtøku. Eg virði tey eisini.
Tað, sum eg haldi vera galið, er tann tvørrandi virðingin øvugta vegin.
Fyri tað fyrsta leggur Jenis starvsfelagar sínar, kommunulæknar og serlæknar á Landssjúkrahúsinum undir beinleiðis at misrøkja arbeiði teirra. Hann skuldsetir læknarnar fyri ikki at geva nøktandi ráðgeving og at benda lógina soleiðis, at samlaða úrslitið mest er at líkna við fría fosturtøku.
Hetta eru so harligir pástandir, at teir áttu at havt sum konsekvens eina kæru á røttum stað - hjá Landslæknanum, sum er ovasti myndugleiki í slíkum málum.
Eg meti, at læknarnir – bæði kommunulæknarnir og serlæknarnir á Landssjúkrahúsinum – røkja hendan partin av arbeiði teirra til lítar og at teir halda seg innanfyri galdandi lóggávu.
Fyri tað næsta – og tað er eftir mínum tykki meiri álvarsligt – sínir Jenis ein totalan mangul upp á virðing fyri teimum persónum, sum málið veruliga viðvíkjur.
Tað snýr seg um kvinnur, sum koma soleiðis fyri, at tær orsakað av umstøðum kring ein óætlaðan og óynsktan graviditet ikki vita sær onnur ráð enn at biðja um fosturtøku.
Uppgáva læknans er í slíkum føri at hyggja at samlaðu umstøðunum. Hann skal meta um og vara av fysisku og psykisku heilsuni hjá kvinnuni.
Hann er í hesi støðu lækni og ráðgevi. Avgerðina eigur kvinnan .
Tað hevur týdning, at læknin respekterar hesa avgerð og tekur hana til eftirtektar saman við meting síni. Og at hann veitir ta hjálp og tann stuðul, sum torføra støðan krevur.
Læknin eigur í truplum málum sum hesum at vera eyðmjúkur. Hann eigur ikki leiklutin sum betrivitandi og fordømandi autoritetur. Brúk er heldur ikki fyri meting ella dómi frá prestum, sálarfrøðingum ella hvør nú kann hugsast at skula sita í tí nevnd, sum uppskot Miðfloksins umtalar.
Eg meti eg ikki, at nevnda uppskot eigur at vinna frama á tingi.